2019-09-06 10:52

Stásiliga skipið hjá reiðarínum Varðanum kom týsdagin á Gøtuvík. Veðrið var frálíkt, og skipið varð signað við at sigla tríggjar ferðir í ring.
Gitte Henning er bara eitt ára gamalt skip, sum Varðin hevur skaffað sær úr Danmark, og skal fiska fyri Trónd í Gøtu sum liggur við maskinskaða.
Skipið er longu farið til fiskiskap eftir makreli.
Sí vøkru myndirnar, sum Eysturkommuna hevur lagt út.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald