Jacob Vestergaard spurdi undir viðgerðini av ólavsøkurøðu løgmans um hendan samgongufundin, sum VP umrøddi í gjár, og sum skuldi hava verið um menningarkvoturnar.
- Hvør politisk viðgerð hevur verið av tilmælinum (frá metingarnevndini, red.), síðani tað fyrilág, tá man nú ásannar at vit eru komin út í august mánað, og hesar vinar og kenningarkvoturnar til tey ávísu útvaldu ikki eru avgreiddar enn, spurdi Jacob Vestergaard, tingmaður fyri Fólkaflokkin.
- Tað hevur eingin politisk viðgerð verið av tilmælinum um menningarkvotur. Um tað hevur verið ein samgongufundur um tað, so havi eg so ikki verið við, og eg kenni heldur ongan í samgonguni, sum hevur verið við, svaraði Høgni Hoydal, landsstýrismaður.
Les eisini: Menningarkvotur so skjótt sum viðgerðin er liðug
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald