Video: Í góðveðri í Barentshavinum

Hesar upptøkurnar eru í vikuni gjørdar av Akraberg, sum í løtuni er til fiskiskap í Barentshavinum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2020-06-04 22:05 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Verksmiðjutrolarin Akraberg, sum hevur heimstað í Fuglafirði, er í løtuni til fiskiskap í Barentshavinum.

Myndamaðurin Tórik Ábraham Rouah hevur tikið nakrar góðar myndir og vakrar upptøkur við dronu av Akraberg meðan teir fiska.

Upptøkurnar og myndirnar eru tiknar í fagrasta veðri meðan Akraberg er á botnfiskaveiðu í Barentshavinum. 

Í løtuni er Akraberg einasta føroyska skipið, sum fiskar í Barentshavinum. Gadus setti í vikuni kós móti Føroyum, har teir skulu landa umleið 750 tons, og Enniberg landar rækjur í Tromsø, áðrenn teir koma til Føroyar at skifta fólk.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder