Video: Íslendskt uppsjóvarskip sjósett í Póllandi

Talan er um ein nýbygning hjá Samherja, sum í síðstu viku varð sjósettur í Póllandi

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2020-06-25 06:56 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Tað var í síðstu viku, at nýbygningurin til íslendska reiðaríið Samherja, varð sjósettur í Póllandi.

Skipið, sum fær navnið Vilhelm Thorsteinsson, sum er sama navnið hjá einum skipi hjá felagnum, sum varð selt til Russlands í fjør.

Nýggi Vilhelm Thorsteinsson verður umleið 89 metrar langur, og 16,6 metrar breiður, og skal eftir ætlan latast Samherja síðst í ár.

Hetta er fyrstuferð at Samherji byggir nýtt skip hjá Karstensens í Skagen, og samstundis ein av tveimum nýbygningum, sum skulu latast til Íslands innan stutta tíð.

Hitt skipið skal hava navnið Børkur, og er tað íslendska reiðaríið Sildavinnslan, sum letur tað skipið byggja.

Skrokkurin hjá Vilhelm Thorsteinsson skal nú sleipast til Skagen, har skipið skal gerast liðugt.

[object Object]Soleiðis kemur nýggja skipið hjá Samherja at síggja út. Vilhelm Thorsteinsson skal latast Samherja síðst í 2020

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder