2021-06-25 21:26
Skrokkurin til nýggja stóra uppsjóvarskipið Christian í Grótinum varð sjósettur í gjár.
Nú skulu seinastu fyrireikingarnar gerast, og um fýra vikur verður klárt at sleipa nýbygningin til Karstens Skibsværft í Skagen, har skipið verður gjørt liðugt.
Eftir ætlan skal Christian í Grótinum, sum verður góðar 89 metrar langur og 17 metrar breiður, vera liðugur fyrst í 2022.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald