Innslagið er gjørt í samstarvi við Fishfacts
Á Karstensens skipasmiðjuni í Skagen eru tey nú farin í holt við at gera Christian í Grótinum lidnan. Skrokkurin kom úr Póllandi mánamorgunin, og talan er um størsta skpið, sum Karstensens skipasmiðjan smíðar í Skagen.
Kent Damgaard, stjóri á Karstensens skipasmiðjuni, fegnast um samstarvi við Rasmussen-familjuna í Klaksvík, og vónar eisini sleppa at smíða fleiri skip fyri føroyingar.
Afturi í 1975 bygdu vit fyrsta træskipið til Føroya, og síðani hava vit havt gott samband við Føroyar. Tað er spennandi og vit eru stoltir av at halda fram at smíða skip til føroyingar, sigur Kent Damgaard.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald