Innanlands

Viðlíkahaldsarbeiðið verður gjørt nú

Kranin hjá UniVice í Runavík setti í vikuni træbátin Albatross á sjógv og tók Havørnina upp á land

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2020-08-01 19:51 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

Tað er ikki vanlig sjón at síggja bæði ein Albatros og eina Havørn á “flogi” sama dag.

Og tó var tað møguligt í vikuni, tá kranin hjá UniVice í Runavík setti træbátin Albatross á sjógv og tók træbátin Havørnina upp á land.

Tað er, sum so, einki óvanligt ella undrunarvert við tí, at bátar vera flotaðir ella tiknir upp á land.

Og kortini, so er tað kanska undrunarvert, at sami maður hevur smíðað báðar bátarnar, Dánjal Nielsen á Vatnsoyrum. Harafturat hava báðir bátarnir 30 HK. SABB motor, hava tríggjar eldrivnar snellur og línuspøl.

Albatrossur er 28,5 føtur og hevur húsið á miðjuni, ímeðan Havørnin er 26 føtur og hevur húsið framman.

Martin Gregersen, eigur Albatrossin, meðan Benadiktus (Diktus) Olsen eigur Havørnina. Martin hevur bátin sum frítíðarítriv, meðan Diktus rør út, hóast hann er farin um tey áttati.

Tað er árliga viðlíkahaldið, sum nú verður gjørt, søgdu bæði Diktus og Martin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder