Innanlands

Vil hava landsstýrið at seta tilmælini í verk beinanvegin

– Føroysk handilsskip hava í longri tíð manglað sjófólk, bæði yvirmanning og dekkarar. Tí er tað sera týdningarmikið, at landsstýrismaðurin tekur tilmælini í álvara

Landsstýrismaðurin í útbúgvingarmálum setti á heysti 2023 tveir arbeiðsbólkar at endurskoða aspirantskipanina og útbúgvingina fyri skipsatstøðinga, og í august vórðu tilmælini handað. Í arbeiðsbólkinum fyri útbúgvingini fyri skipsatstøðingar sótu Brandur í Funningsstovu, Anly Sandberg Petersen, Rúni Arge Mortensen, Jan Højgaard, Jórun Gardar og Janus á Ryggi. (Mynd: Barna- og útbúgvingarmálaráðið)

2024-09-02 14:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Landsstýrismaðurin í útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, setti á heysti 2023 tveir arbeiðsbólkar at endurskoða aspirantskipanina og útbúgvingina fyri skipsatstøðingar, og nú tilmælini eru handað, heitir vinnan á landsstýrismannin um beinanvegin at fremja neyðugu broytingarnar.

Reiðarafelagið fyri Handilsskip hevur í fleiri ár sóknast eftir fleiri aspirantum, fyri at tryggja neyðugu tilgongdina av sjófólki í framtíðini. Felagið hevur eisini strongt á fyri at fáa ein styttri leist til at gerast fulltikin dekkari umborð á føroyskum handilsskipi, tí tað er í dag nærum ógjørligt at fáa fulltiknar dekkarar, sigur felagið sambært heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum.

– Føroysk handilsskip hava í longri tíð manglað sjófólk, bæði yvirmanning og dekkarar. Tí er tað sera týdningarmikið, at landsstýrismaðurin tekur tilmælini í álvara og ger neyðugu broytingarnar fyri at tryggja, at vit í framtíðini hava nóg mikið av sjófólki at manna okkara handilsflota, sigur Jórun Gardar, ráðgevi og varastjóri í Vinnuhúsinum og umboðið fyri vinnuna í arbeiðsbólkunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder