Vinnunevndin hevur havt fleiri spurningar í samband við nýggju lógina um sjófeingi, men fleiri av spurningunum eru ov orku og tíðarkrevjandi at svara uppá, sigur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum.
Vinnunevndin møttist í morgun klokkan níggju, og situr framvegis á fundi. Í løtuni verða svarini frá landsstýrismanninum Jacob Vestergaard gjøgnumgingin, men fleiri spurningar standa ósvaraðir.
Tá ið landsstýrismaðurin í Fiskivinnumálum var á fundi í morgun hevði hann bæði Vørn og Havstovuna við sær.
Í morgin er innkallað til fund í vinnunevndini klokkan níggju, og ein tíma seinni, klokkan tíggju, er tingfundur. Á tingfundinum verður málið helst atkvøtt aftur úr nevnd.
Landsstýrið hevur sagt, at lógin skal viðgerðast áðrenn løgtingið fer í jólafrí fríggjadagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald