Finnur Fríði kom í morgun á Tvøroyri, har teir skulu landa.
- Vit hava 200 tons av makreli, sum vit hava landað til Varðan Pelagic, og hetta var ein lítil nøgd, sum vit komu inn við, av tí at virkið skuldi koma í gongd orduliga, so nú fara vit í gongd við makrelveiðua, sigur Arni Hansen, sum er skipari á Finnur Fríða.
- Tað er lítið av makreli at síggja í løtuni, men støddin, sum vit hava landað er góð, yvir 400 gramm í miðal, so vit eru spentir uppá fiskiskapin, sigur Arni Hansen, skipari.
Finnur Fríði loysti av Tvøroyri seinnapartin, og hevur sett kós norður móti makrelfeltinum aftur.
Gøtunes, sum Varðin í Gøtu eisini eigur, er í løtuni á feltinum, og Christian í Grótinum úr Klaksvík er eisini ávegis á makrelfeltið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald