Innanlands

Vit vóna at liva og yvirliva

Kvotan er í so lítil, og vit vóna at fáa nøkur tons afturat, so vit kunnu yvirliga, sigur Árni Dalsgaard, skipari og ein av eigarunum á Katrin Jóhannu

Árni Dalsgaard, skipari, og ein av eigarunum á Katrin Jóhannu (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

Árni Dalsgaard, skipari, og ein av eigarunum á Katrin Jóhannu (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2020-02-22 20:01 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Vit høvdu onkrar smávegis trupulleikar við maskinarínum, tá vit komu við skipinum fyri góðum ári síðani. Men síðani, tað varð rættað, hevur skipið riggað væl, tíbetur. Gongdin í fjør var í lagi, men kvotan er so mikið lítil, at vit mugu hugsa okkum væl um, so vit fáa so nógv sum gjørligt burtur úr kvotuni.

Tað sigur Árni Dalsgaard, skipari, og ein av eigarunum á Katrin Jóhannu.

- Vit vita ikki rættiliga, hvussu framtíðin sær út, men sum tað ljóðar á politikkarunum, so vóna vit at varðveita menningarkvotuna. Hon er í so lítil, og tí vóna vit at fáa nøkur tons afturat, so vit kunnu liva og yvirliva, sigur hann.

- Vit fiskaðu makrel í januar og ætla nú at fara á svartkjaftaveiðu. Veðrið hevur verið sera vánaligt, so vit hava ongan skund. Skipið skal eisini á beding í Havn, har okkurt smávegis viðlíkahald skal gerast, sigur Árni Dalsgaard.

Í vikuni var møtið umborð á Katrin Jóhannu, sum KFV filmaði, og sum skal vísast í mars.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder