-Vit hava verið í Skotlandi og skift motor og gear; yvirhálað skrúvuna, gjørt frystaríið av nýggjum, mála allan bátin og gjørt ymiskt viðlíkahald á dekkinum.
- Arbeiðið gjørdist nakað drúgvari, enn vit ætlaðu, tí skrúvan var nógv slitin, og tað tók sína tíð at fáa hana lidna, sigur Tað sigur Jón Rubeksen, skipari, og ein av eigarunum av línubátinum, Volunteer.
- Hóast báturin er 41 ára gamal, so tænir hann enn væl sínum endamáli. Tí valdu vit at endurnýggja maskinaríið einaferð enn. Hetta er fjórði motorurin og triðja gearið; so báturin er væl brúktur. Tríggir teir síðstu motorarnir hava verið sama merki og sama útgáva, so einki er gjørt við undirlagið undir motorinum. Hendan útgávan av Volvu motorum verður ikki gjørd longur, men vit hava keypt ein brúktan frá svensku marinuni, sum bara hevur koyrt uml. 1000 tímar, so hann er sum nýggjur. Vit tóku tann gamla heim aftur við, um vit fáa brúk fyri onkrum deili. Hann hevur gingið í 60.000 tímar uttan stórvegis trupuleikar, sigur hann.
- Nú skulu vit hava línuna og aðra útgerð umborð aftur, so eru vit klárir til fiskiskap. Men eg veit ikki, nær vit fara, tí eingin veit veruliga, hvussu tað verður við fiskaarbeiði ella við fiskaprísum í hesum Korona-tíðum, sigur Jón Rubeksen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald