Tær árligu yvirlitstrolingarnar á vári á føroyska landgrunninum eru lidnar.
Hetta boðar Havstovan frá.
Nøgdin av toski var munandi minni enn í fjør. Ein av orsøkunum til hetta var, at toskurin var seinur á veg til gýting og hevði ikki savnað seg enn á gýtingarøkjunum, har hann lættliga kemur í trolið, skrivar hav.fo
Toksurin var eisini rak í mun til onnur ár. Hetta kemst helst av, at lítið var til av nebbasild og hvítingsbróðri, sum er týdningarmikil føði hjá toski.
Eins og onnur ár var sera lítið til av kalva, trantkongafiski og stóra kongafiski.
Hinvegin var nógv av hýsu og øðrum fiskasløgum so sum hvítingi, longu og havtasku, boðar Havstovan frá.
Tá slíkar kanningar verða gjørdar, verða vanliga 100 hál tikin, men Magnus Heinason fekk tikið 91 hál hesuferð. Orsøkin var ringa veðrið.
Kanningarnar vóruðu gjørdar frá 4. mars til 18. mars. Fróði B. Skúvadal hevði ábyrgd.
Til ber at lesa meira í smálutum um yvirlirstrolingarnar her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald