2018-09-23 11:23
Uppsjóvarskipini komu á Fuglafjørð í gjár, har tey skulu landa.
Nýborg og Fagraberg hava ávíkavist 600 og 700 tons av góðum makreli, sum verður landaður til Pelagos.
Nýborg landaði fyrst, og síðan skal Fagraberg landa sína last.
Tá ið skipini hava landað, verður farið aftur til fiskiskap eftir makreli.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald