2020-12-06 19:16
Uppsjóvarskipið Tróndur í Gøtu var fyrstu á Fuglafjørð, har teir skuldu landa 200 tons av svartkjafti til Havsbrún.
Teir byrjaðu at landa í morgun, aftaná skuldi Arctic Voyager landa sína last.
Arctic Voyager kom á Fuglafjørð um 14 tíðina seinnpartin, og hava teir 1700 tons av svartkjafti.
Bæði skipini hava fiskað í føroyskum sjógvi, og fara aftur á svartkjaft tá ið liðugt er at landa.
Arctic Voyager ávegis á Fuglafjørð seinnapartin - Kiran Jóanesarson
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald