Innanlands

450 tons landað til Pelagos

Høgaberg hevur landað 200 tons, og Fagraberg umleið 250 tons av makreli

Høgaberg (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Høgaberg (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2025-08-11 16:05 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Hjá Pelagos hava tvey uppsjóvarskip landað makrel um vikuskiftið.

Fyrst var Fagraberg inni við umleið 250 tonsum av makreli, sum skipið hevur fiskað í altjóða sjógvi norðanfyri Føroyar. 

Í gjár kom Høgaberg inn við umleið 200 tonsum av makreli, sum skipið eisini hevur fiskað í altjóða sjógvi.

Fiskiskapurin eftir makreli í altjóða sjógvi er smáligur í løtuni, men hóast hetta eru nógv skip á feltinum.

Høgaberg fór aftur til fiskiskap tíðliga í morgun.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder