Tað var fyrr í vikuni, at tað kom fram, at reiðaríið Varðin í Gøtu, hevði selt uppsjóvarskipið Jupiter til Northwest Pelagic í Kollafirði.
Skipið er selt fyri knappar 40 milliónir krónur, og nýggju eigararnir yvirtaka skipið mánadagin.
- Vit yvirtaka skipið mánadagin, og vóna at sleppa til fiskiskap mánakvøldið, sigur Jógvan Martin Ferjá Joensen, sum er nýggi eigarin.
Jupiter, sum Varðin hevur roynt at selt í eitt longri tíðarskeið, er bygdur í 1994, men sambært bæði keypara og seljara, er talan um eitt skip, sum er í góðum standi.
- Jupiter er nýliga klassaður, og skipið er í góðum standi, hóast tað hevur ein høgan aldur, so vit eru spentir at sleppa í gongd, sigur Jógvan Martin Ferjá Joensen, sum sigur, at skipið fer at fiska svartkjaft av felagskvotuni, har kunngerðin kom í gildi í dag.
- Tað verður farið á svartkjaftaveiðu so skjótt klárt er at sigla, og við verður sama manning, og hetta er tí, at manningin kennir skipið, og tá ið svartkjaftatíðin er av, so fer manningin aftur til Varðan, sigur Jógvan Martin Ferjá Joensen, reiðari.
Hava grundarlag í nakrar mánaðir
Spurdur um grundarlagið til eitt so stórt skip í mun til Norðhavið, sum skal seljast, sigur Jógvan Martin Ferjá Joensen, at sum nú er, so hava teir grundarlag í nakrar mánaðir, men samstundis leggur hann dent at, at teir skulu lata krøvini inn til Fiskimálaráðið, ið sambandi við, at Northwest Pelagic fekk viðhald í Føroya Rætti.
- Vit vunnu ta sakina, og nú leggja vit síðstu hond á okkara krøv, og vónandi verða tey gingin á møti, sigur Jógvan Martin Ferjá Joensen, sum eisini sigur, at um tað ikki verður soleiðis, so fer málið víðari.
Tó sigur hann eisini, at krøvini teir hava metir hann vera sera rímilig.
- Hetta er ein stór avgerð, sum vit hava tikið, men um vit ikki satsa, so vinna vit heldur ikki, sigur ein spentur Jógvan Martin Ferjá Joensen við Portalin.
Gekk skjótt at keypa skip
Tað gekk skjótt at keypa Jupiter, og ein av fyrimununum við at keypa Jupiter er, at skipið longu er í føroyska flotanum.
- Tað ger tað munandi lættari, tí tú skalt ikki skráseta skipið av nýggjum. Vit hava valt at varveita navnið Jupiter, og tað er tí, at navnið hevur eitt sera gott orð á sær, og gomlu eigararnir søgdu, at teir ikki skuldu brúka navnið aftur, sigur Jógvan Martin Ferjá Joensen, reiðari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald