2023-06-18 23:36
Verksmiðjutrolarin Akraberg, sum júst hevur landað 1.100 tons í Fuglafirði, fór aftur til fiskiskap í kvøld.
Kósin er aftur sett móti Barentshavinum, har Akraberg eisini fiskaði síðsta túr.
Tað var ikki heilt greitt enn júst hvar teir fóru, men helst bleiv talan um norskan sjógv, bleiv upplýst í kvøld.
Akraberg fór av Fuglafirði í 20 tíðina í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald