Innanlands

Akraberg kom á Fuglafjørð fríggjakvøldið

Akraberg hevur havt góðan fiskiskap í Barentshavinum

Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

2019-02-17 11:41 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Verksmiðjutrolarin Akraberg kom fríggjakvøldið á Fuglafjørð, har teir skulu landa,

Akraberg hevur 900 tons, av avhøvdaðum og frystum fiski, har meginparturin av veiðuni er toskur. Eisini er nakað av hýsu ogupsa, upplýsir Eyðun á Bergi, skipari.

Akraberg hevur roynt í tríggjarvikur, í norska partinum av Barentshavinum, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Aftrat teimum 900 tonsunum, sum teir frysta umborð, hevur Akraberg 400 tons av súrløgu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder