Innanlands

Akraberg siglir heim at landa

Akraberg hevur sett kós móti Føroyum við 830 tonsum

Akraberg (Savnsmynd: Tórik Ruah)

Akraberg (Savnsmynd: Tórik Ruah)

2025-08-11 16:38 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Verksmiðjutrolarin Akraberg hevur sett kós móti Fuglafirði, har skipið skal landa rækjur.

Akraberg hevur verið á rækjuveiðu í Barentshavinum, og hevur sett kós móti Føroyum, har skipið skal landa rækjur í Fuglafirði.

Akraberg hevur hendan túrin fiskað 830 tons av rækju, og verður eftir ætlan í Føroyum hósdagin.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder