Um átta tíðina í morgun sakk alibáturin Krossteinur, sum hoyrir til alibrúkið hjá Bakkafrost í Hovi. Eingin fólkaskaði stóðst av óhappinum, skrivar Bakkafrost í fráboðan.
Óhappið hendi hálvan fjórðing út fyri Porkerisnesi, millum Hovsfjørð og Vágsfjørð.
Krossteinur og alibáturin Stórafles fóru saman út frá bátahylinum í Hovi kl. 5.30 í morgun út á alibrúkið á Hovsfirði til tess at tryggja alibrúkið, nú hann aftur boðar frá nógvum vindi.
Komnir áraka aliøkið í Hovi hitnaðu motorarnir umborð á Krossteini, roykur sást, og báturin byrjaði at fáa slagsíðu. Stórafles kom beinanvegin til Krosstein og fekk manningina umborð. Stutt eftir sakk Krossteinur.
Brimil varð tilkallaður og kom á staðið.
Manningin umborð á Krossteini hevur tað gott eftir umstøðunum og hevur fingið boðið kreppuhjálp.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald