Innanlands

Ango landar svartkjaft í Fuglafirði

Ango landar 1.500 tons av svartkjafti til Havsbrún

Ango (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Ango (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2023-05-09 21:48 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Ango landar í løtuni 1.500 tons av svartkjafti til Havsbrún í Fuglafirði.

Ango hevur verið á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Teir komu á Havnina fyrst, har bíðað bleiv eftir landingartørnið og fóru av Havnini fyrrapartin í dag.

Hjá Havsbrún verður svartkjafturin framleiddur til mjøl og lýsi, og síðan til fóður.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder