Arbeiðið at gera nýggi Finn Fríða, sum skal byggjast á Karstensens skipasmiðjuni í Skagen er byrjað.
Skrokkurin verður gjørdur hjá einari verksmiðju hjá Karstensens í Póllandi, og kemur eftir ætlan til Skagen í juni í næsta ár.
- Arbeiðið er farið í gongd, og sum tað sær út, so fer tíðarætlanin at halda, men tað er sjálvandi øgiliga tíðliga at siga tað, sigur Dávid Jacobsen, tekniskur leiðari hjá Varðanum.
Karstensens skipasmiðjan hevur so nógvar ordrar í løtuni, at skipasmiðjan hevur valt at ikki at taka fleiri ordrar, sum støðan er nú.
Nýggi Finnur Fríði skal avloysa núverandi skip, við sama navnið, sum sostatt verður 21 ára gamlat tá ið nýggja skipið kemur.
- Finnur Fríði hevur virkað sera væl øll árini, men tíðin er komin at endurnýggja, og nú var møguleikin har. Vit hava sniðgivið og teknað eitt framkomið uppsjóvarskip, sum kemur at hava allar hentleikar og nýggjastu tøknina, sigur Dávid Jacobsen.
Karstensens Skipasmiðjan hevur bygt Christian í Grótinum, sum varð handaður reiðarínum í Klaksvík í januar í ár, og sama skipasmiðja skal eisini byggja nýggja Høgaberg, sum kemur á summrið í 2024. Nýggi Høgaberg verður systurskip til nýggja Finn Fríða, men kemur tó at lasta eitt vet meira.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald