Uttanlands

Arctic Viking skal landa í Tromsø

Rækjutrolarin hevur havt góðan fiskiskap hendan túrin

2018-07-31 21:52 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Rækjutrolarin Arctic Vikingverður í Tromsø í kvøld, har teir skulu landa.

Arctic Viking hevur roynt í 27 dagar, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Bjarni Petersen, skipari, upplýsir, at teir hava 430 tons av rækjum, har nógv tað mesta eru kókaðar rækjur, meðan tann síðsti parturin er ráðar rækjur.

Mynd: Bjarni Petersen

Prísurin á teimumn kókaðu rækjunum er umleið 30 krónur kilo. pg 18 krónur á teimum ráðu. Tó er prísurin tengdur at støddini.

Skiparin leggur aftrat, at tað var blika logn at sigla til Tromsø í dag. Tað hevur verið okkurt sjask á túrinum, men veðrið hevur sum heild verið gott. 18 hitastig vóru í dag, og sjógvurin var um tey 12 hitastigini, men har teir hava fiskað var kaldari. Um 5 hitastig og sjógvurin um 3 hitastig.

Mynd: Bjarni Petersen

Áðrenn farið verður aftur til fiskiskap, skulu teir skifta manning.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder