2020-09-07 10:31
Uppsjóvarskipið Arctic Voyager kemur á Vestmanna um eina løtu, har teir skulu landa.
Teir hava verið á makrelveiðu norðanfyri Føroyar, og hava umleið 1000 tons, sum teir skulu landa til Vestmanna Seafood. Tó skal ein partur av veiðuni landast til Pelagos eisini.
Fiskiskapurin hevur verið hampiligur, og tað er góður makrelur, sum skipini fáa.
Tá ið liðugt er at landa, verður farið aftur til fiskiskap.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald