Uttanlands

Asbjørn Magnusen farin

Kendi reiðarin Asbjørn Magnusen, úr Sandavági, andaðist 24. oktober 85 ára gamal

Núverandi Asbjørn er triðja skipið í røðini við hesum navninum (Savnsmynd: Preben Andersen)

Núverandi Asbjørn er triðja skipið í røðini við hesum navninum (Savnsmynd: Preben Andersen)

2025-11-08 08:04 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Føroyski reiðarin í Hirtshals, Asbjørn Magnusen andaðist síðst í oktober, eftir at hava verið sjúkur í eina tíð.

Asbjørn Magnusen bleiv føddur 29. juni í 1940, og vaks upp í Sandavági. Longu sum ungur drongur fór hann til skip og gjørdist hetta yrkið, sum skuldi mynda lívsleið hansara.

Saman við øðrum, stovnaði Asbjørn reiðaríið Strømfjord, og í 2000 fekk reiðaríið handa ein nýbygning frá Karstensens Skipbsværft við sama navnið, sum var stóri stoltleikin hjá Asbjørn Magnusen. Hetta skipið avloysti eitt eldri uppsjóvarskip við sama navnið.

Synirnir, Fríði og Rói, komu í uppsjóvarvinuna í 2011, og stovnaðu tá Asbjørn AS og keyptu Strømfjord, sum fekk tá fekk navnið Asbjørn.

[object Object]

Strømfjord (2000) gjørdist fyrsta uppsjóvarskipið við navninum Asbjørn - Mynd: shipnostalgia.com

Tvey ár seinni - í 2013, keypti Asbjørn AS uppsjóvarskipið Gitte Henning, sum varð bygt í 2008 á Karstensens Skipasmiðjuni, og gjørdist hetta nýggi Asbjørn, og avloysti eldra uppsjóvarskipið, sum fekk navnið Asbjørn Senior.

[object Object]

Í 2013 keypti Asbjørn AS Gitte Henning (2008) og fekk skipið navnið Asbjørn - Mynd: Christian/Skibsarkivet

Asbjørn Magnusen var kendur sum ein maður, sum var sera arbeiðssamur, viljasterkur og kontantur, tá ið man sigldi saman við honum, men aftanfyri hetta var ein umsorganarfullur og bleytur maður, sum setti familjuna í fyrstu røð.

Í 2023 yvirtók Asbjørn AS saman við Beinur AS, sum familjan Tindskarð eigur, alt virksemið hjá Gullak Madsen úr Kvívík, og fekk uppsjóvarskipið Ruth navnið Asbjørn, og gjørdist triðja skipið við navninum. Asbjørn AS og Beinur AS býttu kvoturnar hjá reiðarínum Ruth sínamillum.

Virgar Tindskarð, sum stovnaði Beinur AS, andaðist 21. september í ár 81 ára gamal.

[object Object]

Núverandi Asbjørn er triðja skipið í røðini við hesum navninum (Savnsmynd: Preben Andersen)

Asbjørn fann á ungum árum Bjarmu, sum gjørdist hansara lívskærleiki. Tey vóru gift í 60 ár, og fingu fimm børn, 18 abba og ommubørn og 6 langabbabørn.

Seinastu tíðina stríddist Asbjørn við krabbamein, og andaðist hann fríggjadagin 24. oktober, 85 ára gamal.

Asbjørn fór til gravar úr Emmersbæk Kirke týsdagin 4 november. 

[object Object]Asbjørn Magnusen - Mynd: Facebook


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder