2019-02-04 07:25
Verksmiðjutrolarin Atlantic Star úr Norra, skal landa veiðuna í Ålesund.
Upplýst verður at teir hava fulla last - 900 tons, sum teir fiskað við Tromsøflaket í norskum sjógvi.
Teir hava kongafisk, hýsu, tosk og upsa, sum teir skulu landa í Tromsø. Veiðan verður avhøvdað, og kruvd, og síðan vertikalfryst í 24 kilo blokkum.
Tá ið liðugt er at landa, verður farið aftur til fiskiskap. Fleiri føroyingar sigla við Atlantic Star.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald