Innanlands

Avbjóðingar í Norra kunnu geva Bakkafrost fyrimun

Bakkafrost kom út við úrslitinum fyri triðja ársfjórðing í morgun. 

Regin Jacobsen, stjóri, Rúni M. Hansen, nevndarformaður og Høgni Dahl Jakobsen, fíggjarstjóri.

Regin Jacobsen, stjóri, Rúni M. Hansen, nevndarformaður og Høgni Dahl Jakobsen, fíggjarstjóri.

2024-11-05 17:12 Author image
Jan Müller
placeholder

Í viðmerkingum til úrslitið segði Regin Jacobsen, stjóri, at tey ikki eru nøgd við gongdina í hesum ársfjórðinginum, ið varð nógv ávirkað av lágu laksaprísunum á marknaðinum.

Verkfallið í vár og staðfestingin av ILA í tveimum ringum í Vági høvdu eisini stóra neiliga ávirkan á úrslitið. ILA-støðan viðførdi, at fiskurin mátti takast í ótíð, áðrenn hann var fullvaksin og hetta, saman við útsettari tøku vegna verkfallið, gjørdi tað munandi torførari hjá felagnum at tillaga tøkuna eftir tørvinum á marknaðinum.

-Vit fegnast um, at ILA-sjúkan ikki spreiddi seg og kunnu staðfesta, at mannagongdirnar riggaðu eftir ætlan, segði stjórin.

Felagið sigur eisini, at lívfrøðiliga gongdin í Føroyum hevur verið sera góð í ársfjórðinginum. Góður vøkstur hevur verið, lúsatølini met-lág, fellið var lágt og miðalvektin á tikna fiskinum øktist. 

Hendan góða lívfrøðiliga gongdin kann koma Bakkafrost til góðar, tá hugt verður eftir kappingarneytunum í Norra. Hetta sigur norski miðilin Intrafish.

Intrafish endurgevur greiningar hjá Fearnley Securites, ið siga, at hóast triði ársfjóringur hjá Bakkafrosti var trupul, so kunnu lívfrøðingarligu avbjóðingarnar í Norra verða positivar fyri Bakkafrost í komandi ársfjórðingum. 

-Um lívfrøðiligu avbjóðingarnar í Norra halda áfram, kann hetta verða positivt fyri Bakkafrost komandi tíðina,  verður sagt.


Mynd: Anders Furuset, Intrafish



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder