Komandi fimm árini ætlar Bakkafrost-samtakið at gera íløgur fyri millum 350 og 400 milliónir krónur um árið í Skotlandi.
Tað skrivar Bakkafrost í drúgvu frágreiðingini til keypsskálan í Oslo, sum varð latin í gjár.
Størsti parturin av íløgunum, ið eru ætlaðar at fremja í Skotlandi, verður brúktur til at byggja tríggjar nýmótans smoltstøðir til virkið hjá Bakkafrost í Skotlandi, Scottish Salmon Company.
Skotska felagið, sum Bakkafrost keypti í 2019, hevur í løtuni 12 smoltstøðir í vestara parti av Skotlandi.
Bakkafrost skrivar í frágreiðingini, at í september skipar felagið fyri serligum døgum fyri íleggjarar, og tá fer felagið at greiða nærri frá ætlanunum í Skotlandi.
Í tíðarskeiðinum 2020 til 2022 sigur íløguætlanin hjá Bakkafrost, at brúkast skulu 1,8 milliardir til nýíløgur og viðlíkahaldsíløgur í Føroyum.
Endamálið við hesi ætlan er framhaldandi at lækka lívfrøðiliga váðan, økja um virkisførið og skapa burðardyggan vøkstur, so árliga framleiðslan hjá Bakkafrost í Føroyum sum frálíður verður 100.000 tons í kruvdari vekt. Í fjør vórðu tikin góð 85.000 tons í kruvdari vekt.
Les: Bakkafrost tók yvir 85.000 tons av laksi í fjør
Strategiin at framleiða størri smolt er ein týdningarmikil partur av hesi ætlan.
Samanumtikið er Bakkafrost væl á leið við íløguætlanini. Smoltstøðin við Strond er liðug og farið er undir útbygging av smoltstøðunum á Norðtoftum og í Glyvradali.
Í øðrum ársfjórðingi 2020 skrivaði Bakkafrost undir avtalu um bygging av nýggjum brunnbáti á 7.000 rúmmetrar. Hesin verður m.a. útgjørdur við hybrid-tøkni fyri at minka um útlátið. Nýggi brunnbáturin, ið verður liðugur í fyrru helvt av 2022, fer at tryggja enn betur møguleikar fyri lúsaviðgerð við feskvatni og hevur harafturat ein týdningarmiklan leiklut í mun til aling á opnum havi.
Biogassverkið FÖRKA er tikið í nýtslu, og økir alsamt um framleiðsluna av grønari orku – bæði el til netið hjá SEV og fjarhita. Hóast royndarkoyring í fjórða ársfjórðingi, gjørdist framleiðslan 1,4 MWh av streymi og 0,9 MWh av fjarhita.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald