Uttanlands

Bakkafrost setir upp búeindir í Skotlandi

Hetta fyri at kunna varðveita starvsfólk á støðunum úti á Hebridunum

Talan verður um bingjulíknandi búeindir, sum verða settar upp til fólkini á alibrúkunum í Skotlandi

Talan verður um bingjulíknandi búeindir, sum verða settar upp til fólkini á alibrúkunum í Skotlandi

2025-07-10 07:31 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Bakkafrost í Skotlandi hevur tørv á at veita starvsfólkum sínum bústaðir fyri at fáa arbeiðsfólk at støðast á alibrúkunum, sum felagið hevur á Hebridunum.

BBC skrivar, at alifyritøkan hevur søkt lokalu myndugleikarnnar fyri Western Isles um loyvi at seta upp 14 fyribils búeindir á økinum hjá felagnum í Cuddy Point í Scalpay. Talan er um bingjur í tveimum hæddum, sum umframt 14 bueindir eisini hava eina ‘vælferðareind’ við køki, matstovu og uppihaldsstovu.

- Fyri at byggja upp og varðveita eina dugnaliga arbeiðsmegi av tí stødd, sum okkara virksemi krevur, er neyðugt at kunna veita fyribils bústað til starvsfólk, sum arbeiða í vaktum, skrivar Bakkafrost Scotland í umsóknini.

Sum skilst er ætlanin at seta upp fleiri slíkar fyribils búeindir á alistøðunum hjá felagnum. Lokali myndugleikin hevur játta umsóknini, hóast hetta ikki er ‘tann besta loysnin’, sum sagt verður í játtanini. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder