2019-02-23 16:48
Nú seinnapartin hevur farmaskipið Frio Petropavlovsk borið við á land í Runavík.
Orsøkin til hetta hevur helst verið nógvi vindurin í dag.
Skipið, sum er skrásett í Kypros rendi á av nógva vindinum, tá tað skuldi leggja at kaj, og rendi á, við nýggju havnarútbyggingina, við síðuna av kajini.
Mynd: Terji Vestergaard
Slepararnir Samson og Anna vóru skjótir, og fyri løtu síðani var skipið leyst úr landi aftur.
MRCC hevði onga fráboðan fingið um hendingina, tá vit tosaðu við vakthavandi har fyri løtu síðani.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald