Uttanlands

Beinur landað nebbasild í Hanstolm

Beinur er ikki byrjaður uppá sildafiskiskain enn eins og Ruth

Mynd: Birger Josephsen - Danske skibe/ fiskeri & søfarts

Mynd: Birger Josephsen - Danske skibe/ fiskeri & søfarts

2018-07-19 13:03 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Danska uppsjóvarskipið Beinur, sum familjan Tindskarð og Gunnar Nolsøe eiga, hevur landað í Hanstolm.

Gunnar Nolsøe, skipari, upplýsir, at teir landaðu í Hanstolm í gjár, og teir høvdu 860 tons av nebbasild, sum teir hava fiskað á Dogger bankanum.

- Fiskiskapurin er ikki líka góður sum í síðsta ár. Hendan lastin er ikki nakað serligt, men prísurin er góður, og tað er betri enn at liggja svínabundin við bryggju, sigur skipari við Portalin.

Beinur er nú farin nýggjan túr eftir nebbasild á Dogger bankanum, og við eru 8 mans, sum bæði er føroyingar og danskarar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder