- Hetta verður ein stór og góð broyting. Nú kunnu vit landa í Norðdepli ella í Hvannasundi og stórir bilar sleppa eftir fiskinum. Tað verður gott, sigur Gundur.
19. desembur lótu nýggju bergholini “norð um fjall” á Borðoynni alment upp. Áðrenn hátíðarhaldið, var møguligt hjá fólkið at ganga, renna ella súkkla gjøgnum tunlarnar.
Ein teirra sum gekk var útróðrarmaðurin Gundur Sørensen, skipari á línubátinum Anru, sum hoyrir heima í Hvannasundi.
Sjómanstrúboðarin hitti hann á ferðini, og fekk eitt prát við hann. Gundur segði millum annað:
- Gomlu tunlarnir hava síðstu árini avmarkað bæði fólkalívið og vinnulívið her norðuri. Fleiri fólk hava ikki hætta sær at koyrt gjøgnum tunlarnar og so hevur vinnulívið havt stórar avbjóðingar, tí stórir lastbilar og onnur stór arbeiðstól ikki eru sloppin gjøgnum teir.
- Hetta verður ein stór og góð broyting. Nú kunnu vit landa í Norðdepli ella í Hvannasundi og stórir bilar sleppa eftir fiskinum. Tað verður gott, sigur hann.
- Hvannasund og Norðdepil liggja væl fyri til róður út á Norðhavið. Tá er væl styttri inn higar enn til dømis at sigla til Klaksvíkar, sigur Gundur.
Uppá fyrispurning um hvussu árið hevur hilnast, svarar hann.
- Tað er brúkiligt. Vit hava avreitt fyri umleið tíggju milliónir krónur. Veðrið hevur verið sera ólagaligt, so tað hevur avmarkað okkum nakað. Vit hava verið fimm túrar í Íslandi og teir vóru brúkiligir, hóast veðrið í Íslandi eisini hevur verið ilsligt, sigur Gundur.
(Mynd: Sjómansmissiónin)
Tá Gundur verður spurdur um útlitini fyri fiskiskapinum komandi árið, svarar hann:
- Eg veit ikki hvat eg skal siga. Útlitini eru rímulig, og so hava vit nóg mikið at fiskidøgum. Samstundis má eg siga, at eg skilji ikki myndugleikarnar, sum nú aftur vilja skerja fiskidagarnar við tíggju %. Trýstið á fiskastovnin er lítið, tí fiskiflotin er nógv minkaður. Ringa veðrið er ein stórur “friðari” av landgrunninum, so lat flotan hava teir dagar vit hava, sigur Gundur Sørensen.
Føroya fólkið verður ynskt tillukku við tunlunum og Guds signing!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald