Innanlands

Borgarin landað makrel í Fuglafirði

Borgarin hevur landað 280 tons av makreli til Pelagos

Borgarin (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Borgarin (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2024-08-30 06:56 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Borgarin hevur landað 280 tons av makreli til Pelagos í Fuglafirði.

Borgarin hevur verið á makrelveiðu í norskum sjógvi, men fiskiskapurin er smáligur fyri tíðina.

Seinastu tíðina hava makrelskipini landað smáar nøgdir av makreli.

Okkurt skipið hevur landað í Noregi, men flestu skipini hava landað í Føroyum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder