Innanlands

Borgarin landar í Fuglafirði

Borgarin byrjaði í dag at landa 300 tons av makreli í Fuglafirði

Borgarin (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Borgarin (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2024-09-03 22:11 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Borgarin er komið inn við 300 tonsum av makreli.

Veiðan bleiv landa til Pelagos í Fuglafirði, og slapp Borgarin framat tá ið Birita hevði landað sína last.

Borgarin hevur havt fínan fiskiskap hendan túrin, og fer aftur á makrelveiðu tá ið liðugt er at landa.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder