2018-09-25 20:56
Uppsjóvarskipið Borgarin kom á Kollafjørð í morgun, har teir skulu landa.
Borgarin hevur havt hampiligan fiskiskap hendan túrin, men fiskiskapurin er sum heild minkaður nakað.
Skipini eru farin so norð móti markinum sum gjørligt, og okkurt av skipunum er farið í altjóða sjógv at fiska.
Tá ið Borgarin hevur landað, verður farið aftur á makrelveiðu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald