Innanlands

Borgarin landar sild í Kollafirði

Borgarin kom á Kollafjørð um middagsleitið í gjár

Mynd: Kiran Jóanesarson

Mynd: Kiran Jóanesarson

2019-10-14 06:26 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Borgarin kom í gjár á Kollafjørð, har teir skulu landa.

Borgarin hevur verið á sildaveiðu norðanfyri í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Upplýst verður, at teir hava umleið 1600 tons av sild, sum teir skulu landa til Faroe Pelagic.

Tá ið Borgarin kom inn, landaði Norðingur, og slapp Borgarin framat seinnapartin.

Tá ið liðugt er at landa, fara teir aftur á sildaveiðu. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder