Innanlands

Broytingar í kunngerðum um norðhavssild, svartkjaft og makrel

Fyri makrel og norðhavssild snúgva broytingarnar seg fyrst og fremst um at dagføra endaligu kvoturnar fyri 2023. 54.000 tons av ófiskaðari makrelkvotu í 2022 verða flutt til at vera fiskað í ár

Øll, sum hava makrelrættindi í 2023, kunnu fáa loyvi at fiska av felagskvotuni. Hetta er treytað av, at allar eginkvotur av makreli, tillutaðar sambært kunngerðini í 2023, eru fiskaðar

Øll, sum hava makrelrættindi í 2023, kunnu fáa loyvi at fiska av felagskvotuni. Hetta er treytað av, at allar eginkvotur av makreli, tillutaðar sambært kunngerðini í 2023, eru fiskaðar

2023-06-01 15:37 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur sent uppskot um broytingar í kunngerðunum um norðhavssild, svartkjaft og makrel til ummælis.

Fyri makrel og norðhavssild snúgva broytingarnar seg fyrst og fremst um at dagføra endaligu kvoturnar fyri 2023.

Í makrelkunngerðini er eisini ein broyting, at góð 54.000 tons av ófiskaðari makrelkvotu í 2022 verða flutt til at vera fiskað í ár. Flutta nøgdin verður latin skipum sum felagskvota við hámarki. Hámarkið fyri hvørt skipið er 4.500 tons.

Øll, sum hava makrelrættindi í 2023, kunnu fáa loyvi at fiska av felagskvotuni. Hetta er treytað av, at allar eginkvotur av makreli, tillutaðar sambært kunngerðini í 2023, eru fiskaðar.

Harafturat eru reglurnar, sum loyva skipum at flyta upp til 10 prosent av norðhavssild, svartkjafti ella makreli millum ár, dagførdar.

Uppskotini eru til ummælis fram til 9. juni 2023 og møguligar viðmerkingar skulu sendast til [email protected] í seinasta lagi 9. juni 2023, kl. 12.00.

Uppskotini liggja undir "Uppskot til ummælis" á fisk.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder