Innanlands

Brúarfoss fyri fyrstu ferð á uttasta molanum

Hetta er eitt framstig sum fer at lætta munandi um dagliga arbeiðið, sigur Faroe Ship

(Mynd: Faroe Ship)

(Mynd: Faroe Ship)

2022-09-17 19:07 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Havnarútbyggingin í Havn er komin so mikið langt, at uttasti molin í stóran mun er tikin í nytslu. 

Tá Brúarfoss um sjey-tíðina í gjárkvøldið legði at bryggju í Havn, var tað fyrstu ferð, at lagt varð at uttasta molanum í Tórshavnar Havn. 

- Vit fegnast um, at tað nú ber til at flyta okkum út á nýggjasta partin av havnarøkinum - eitt framstig, sum fer at lætta munandi um dagliga arbeiðið, og er við til at skapa karmarnar um nýtt og økt virksemi, sigur Faroe Ship.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder