- Árið hevur verið brúkiligt higartil, tí vit hava fiskað 85 tons og meginparturin er svartkalvi, sigur skiparin á Túgvusteini, John Park.
Túgvusteinur landaði 10 tons á Toftum í morgun.
- Vanliga fara vit út sunnukvøld og landa fríggjadag, so vit fáa vikuskiftið heima. Skipið er ikki stórt, men vit royna at hanga í og hava roynt mest á Byrobank, sum er vestur ímóti Íslandsrygginum. Hendan túrin hevur verið skiftandi veður, sum tað mangan er hesa árstíðina, men vit hava drigið hvønn dag kortini, og túrurin er brúkiligur, sigur skiparin.
- Vit eru 10 mans við og hava 1250 gørn undir. Vit hava loyvi til fleiri gørn, men hetta er nóg mikið um veturin, tí vit skulu jú eisini røkja gørnini, sigur John Park.
Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð og fekk eitt prát við nakrar av manningini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald