Innanlands

Býráðslimir á ferð í Evropa við Varðanum Pelagic

Allir býráðslimir og starvsfólk í Tvøroyrar kommunu umframt fleiri starvsfólk hjá Varðanum Pelagic eru á rannsóknarferð í hesum døgum

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-01-20 07:23 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Allir býráðslimir á Tvøroyri umframt starvsfólk hjá kommuni, eru í hesum døgum á rundferð í Evropa við starvsfólk hjá Varðanum Pelagic. Hetta skrivar Frihedsbrevet.fo.

Ferðalagið leitar sær íblástur til eina verksmiðju, sum Varðin Pelagic møguliga skal byggja á Tvøroyri. Frihedsbrevet.fo skrivar, at tey hava verið í Danmark, í Póllandi, Týsklandi, og nú eru tey í Aberdeen í Skotlandi áðrenn tey fara til Føroya umvegis Noreg.

[object Object]

Varðin Pelagic handaði tann 30. desember 2022 umsókn um byggiloyvi til Tvøroyrar býráð. Ætlanin er at víðka um virksemi til eina protein- og lýsiverksmiðju.

Týsdagin verður borgarafundur um útbyggingina. Her fær Varðin Pelagic høvi at greiða frá ætlanini, men møguleiki er eisini hjá borgarum at seta spurningar.

Tað er Varðin Pelagic, sum eftir áheitan frá býráðnum hevur samskipað túrin, men eftir øllum at døma er eitt sindur ógreitt hvør skal rinda. Bogi Jacobsen, stjóri á Varðanum sigur við Frihedsbrevet.fo, at Varðin Pelagic rindar fyri síni starvsfólk, og kommunukassin á Tvøroyri rindar fyri sínar býráðslimir og starvsfólk. Men kommunustjórin ætlar ikki, at hendan rannsóknarferð ella aðrar ferðir í hesum sambandi, skal kosta kommunukassanum, og tí verður møguliga so, at Varðin Pelagic fær eina rokning frá Tvøroyrar kommunu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder