Innanlands

Christian í Grótinum komin inn við sild

Vertíðin eftir sild er í hæddini, og skipini hava góðan fiskiskap í løtuni

Christian í Grótinum (Savnsmynd: Tórik Rouah)

Christian í Grótinum (Savnsmynd: Tórik Rouah)

2024-11-05 09:56 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Christian í Grótinum kom í gjár inn við 1.200 tonsum av sild, sum skal landast til Pelagos í Fuglafirði.

Christian í Grótinum hevur havt góðan fiskiskap eftir sild í íslendskum sjógvi, og tá ið liðugt er at landa til Pelagos verður farið aftur á sildaveiðu.

føroysku virkini hava úr at gera við at virka sildina, sum uppsjóvarskipini fiska í íslendskum sjógvi.

Tó er okkurt uppsjóvarskipið farið á svartkjaftaveiðu, og verður svartkjafturin landaður til Havsbrún í Fuglafirði. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder