2024-11-11 22:16
Uppsjóvarskipið Christian í Grótinum er komið á Fuglafjørð, har skipið skal landa.
Christian í Grótinum hevur verið á sildaveiðu í íslendskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.
Veiðan, 1.300 tons, verður landað til Pelagos í Fuglafirði, sum hevur havt úr at gera seinastu dagarnar at virka sildina, sum fleiri føroysk uppsjóvarskip eru komin inn at landa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald