Innanlands

Christian í Grótinum landar svartkjaft í Fuglafirði

Christian í Grótinum hevur 2400 tons, sum teir skulu landa til Havsbrún

Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

2019-02-23 19:11 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Christian í Grótinum skal landa svartkjaft til Havsbrún.

Teir hava fiskað í altjóða sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Upplýst verður, at teir hava 2400 tons av svartkjafti, sum teir skulu landa til Havsbrún, har svartkjafturin verður framleiddur til fiskaolju og lýsi, og síðan til fóður.

Tá ið liðugt er at landa, fara teir aftur á svartkjaftaveiðu. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder