2020-12-04 15:35
Nótaskipið Christian í Grótinum er nú seldur til Grønlands, og strikaður í føroysku skipaskrásetingini.
Hesum boðar Sjóvinnustýrið frá í dag.
Tað er grønlendska reiðaríið Pelagic Greenland A/S, sum hevur keypt skipið. Sambært kvf.fo er Christian í Grótinum, sum er bygdur í 2003, seldur fyri 123,7 milliónir krónur.
Í 2022 kemur nýggjur Christian í Grótinum. Nýggja skipið verður bygt á Karstensens Skibsværft í Skagen, og kostnaðurin er 300 milliónir krónur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald