Innanlands

Dettifoss bar við land á Molanum

Eingin stórvegis skaði, tá 178 metrar langa bingjuskipið bar við Molan

(Mynd: Jn.fo)

(Mynd: Jn.fo)

2025-08-08 16:34 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Bingjuskipið Dettifoss hjá Faroe Ship bar seinnapartin við land. Hetta var tá skipið skuldi leggja við bryggju.

Á myndum sær út til at skipið bar við Molan.

Júst hvat er hent, tykist ógreitt í løtuni. Av Tórshavnar Havn verður víst til Faroe Ship, sum vit hava roynt at fingið fatur á, men uttan eydnu.

Við dimma.fo sigur Bogi P. Nielsen, stjóri í Faroe Ship, tó, at eingin stórvegis skaði hendi. Í ringasta føri er eitt merki komið á Molan, sum hann tekur til.

Skipið liggur nú við bryggju.

Dettifoss er 178 metrar langt og 31 metrar breitt og lastar 2.150 TEU.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder