Innanlands

Einki tekin um at donsk skip vilja í føroyskan sjógv

Hóast Brexit stendur fyri durum, kennir løgmaður einki til, at donsk skip vilja í føroyskan sjógv at fiska

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2020-12-04 14:57 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Løgmanni kunnugt hevur ikki verið nakað samskifti verið millum landsstýrið og donsku stjórnina um at loyva donskum skipum í føroyskan sjógv at fiska. Tað svarar Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, Beintu Løwe Jacobsen, tingkvinnu, í einum grein 52a fyrispurningi.

Tingkvinnan vildi vita um donsk fiskiskip eru á veg í føroyskan sjógv at fiska, nú Brexit stendur fyri durum. 

- Eg havi eisini spurt meg fyri hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum og landsstýrismanninum í uttanríkis- og mentamálum um teir kenna nakað til, at donsk skip vilja í føroyskan sjógv at fiska, um tey missa rættindi í bretskum sjógvi. Tað gera landsstýrismenninir ikki. Teir hava heldur ikki fingið fyrispurningar, áheitanir ella annað frá donsku fiskivinnuni um møguliga atgongd til føroyskan sjógv at fiska., svarar løgmaður millum annað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder