2023-06-22 16:10

Nýggi verksmiðjutrolarin Emerald er nú komin í føroyska flotan við heimstaði í Tórshavn. Hetta upplýsir skipaskrásetingin.
Tað er P/F Havborg, sum hevur latið skipið byggja á turkisku skipasmiðjuni Tersan fyri umleið 400 milliónir krónur, og nú er skipið liðugt.
Emerald er góðar 88 metrar langur og 18 metrar breiður.
Sum skilst er ætlanin at loysa úr Turkalandi sunnudagin og ferðin til Føroya tekur umleið tríggjar vikur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald