Innanlands

Enniberg farin jólatúrin

Flakatrolarin setti í gjár kós móti Barentshavinum. Teir vóna at vera aftur áðrenn jól, men jólapakkarinir eru komnir umborð, um túrurin dregur út

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2022-10-02 15:36 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

Í gjár fór Enniberg avstað við kós móti Barentshavinum. Hetta verður óivað síðsti túrur í hesum árinum, og tí verður hann róptur “jólatúrin”. Hóast teir rópa hann jólatúrin, so vóna og vænta teir at vera aftur áðrenn jól.

-Tá vit fara avstað hendan túrin, sum vit umborð rópa jólatúrin, so spyrja menn mest eftir tveimum tingum: Eru jólapakkarnir frá sjómanskvinnuringunum og karamellirnar umborð? Tað sigur kokkurin Jóhan Kristian Højgaard.

- Hóast tað er 1. oktobur nú vit fara avstað, og vit vóna at vera aftur áðrenn jól, so er tað gott at pakkarnir eru komnir umborð. Tað er líkasum ein trygd, í fall túrurin dregur út, sigur hann.

- Sigla vit heim áðrenn jól, so plaga vit at hava eina jólaløtu tá vit eru lidnir at vaska skipið. Tá hava vit ein góðan døgurða við dunnu og rísalamangi omaná. So verður jólaevangeliið lisið og pakkarnar býttir út. Síðani hugna vit okkum, og tað er vanliga sera hugnaligt, sigur Jóhan Kristian.

37 mans fóru við Enniberg og skipari er Karl Danielsen. Teir fara í russiskan sjógv at royna.

Teimum umborð á Ennibergi og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.

Hóast tað er fyrst í oktobur, so eydnaðist tað sjómanstrúboðaranum at savna 37 pakkar til teir á Enniberg. Hann var umborð við pakkunum, koyrandi í nýggja bilinum, sum Sjómansmissiónini fekk 22. septembur, sama dag sum bókin: “Tænandi kvinnur – søgan um sjómanskvinnuringarnar” kom út.

22. septembur 2022 var tí ein stórur dagur í søguni hjá Føroysku sjómansmissiónini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder