Flakatrolararnir hava báðir roynt í russiskum og norskum sjógvi.
Flakatrolarin Enniberg setti leygardagin kós móti Føroyum við fullari lst - 940 tonsum av flaki.
Enniberg byrjaði túrin i russiska partinum av Barentshavinum, og fór síðan í norskan sjógv eftir nýggjár.
Teir hava havt góðan fiskiskap, og vera væntandi á Havnini mikudagin, har veiðan skal landast.
Gadus setti í gjár kós móti Føroyum, og hava teir umleið 700 tons av flaki. Gadus byrjaði, eins og Enniberg, í russiska partinum av Barentshavinum, og fór síðan í norskan sjógv eftir nýggjár.
Gadus verður væntandi á Klaksvík hósdagin, har veiðan skal landast.
Tá ið flakatrolararnir hava landað, fara teir aftur til fiskiskap.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald